Vegleiðingin opin alt summar! Tó er bert telefonviðtala fram til 9. august.
Vegleiðingin sum byrjaði 1.juni, hevur fingið væl fleiri fyrispurningar enn væntað, tí er vegleiðingin opin alt summar á telefon og teldupost.
Til ber eisini at avtala eina viðtalu, við at ringja 202 303.
Um vegleiðingina:
ADHD-felagið og Autismufelagið samstarva um vegleiðingina og vilja fegin hjálpa limum sínum við spurningum um rættindi og tænastur.
Tað kann verða:
-Rætt til hóskandi stovn, skúla, frítíðarskúla o.s.fr.
-Rætt til leiðbeinara
-Rætt til sosialráðgeva, sálarfrøðing o.a.
-Rætt til longda próvtíð, hjálpartól, lesi- & skrivitøkni
-Rætt til námsfrøðiliga ráðgeving
-Rætt til arbeiðsførleikamenning
-Kærur og hjásiting
Møguleiki er at bíleggja tíð til eina viðtalu.
Telefontíð er mánadag kl.11-15 og mikudagar og fríggjadagar millum kl 9-10.
Vegleiðarin starvast fyribils 10 tímar um vikuna, har restina av tíðini verður til hjásiting, sakarhjálp, avtalaðar viðtalur o.a.
Limir kunnu ringja til ADHD/Autismu Vegleiðingina á tlf 202 303 ella skriva til vegleiding@adhd.fo ella vegleiding@autisma.fo.
Vit fegnast um samstarvið millum feløgini, hvørs limir hava ávísar felags avbjóðingar, umframt at tað eru fleiri við báðum diagnosum.