8. mai í Løkshøll, 10. mai í Mentunarhúsinum og 11. mai í Norðurlandahúsinum.
8. mai 2023. 19.00-21.30 í Løkshøll í Runavík
19.00-20.15 Fyrilestur við Louise Egelund Jensen:
Det jeg kan (og hvordan jeg lærte det)
Fyrilesturin er uml 1 tíma og vendir sær mest til fakfólk og avvarðandi, tó kunnu fólk við autismu eisini fáa okkurt burturúr.
Diagnosukriteriini fyri autismu, og harvið eisini stórur partur av fakbókmentunum, er um at lýsa tað fólk við autismu ikki megna. Og sjálvt um vit longu eru byrjað at síggja eitt rák við fokus á styrkir heldur enn veikleikar, so eru vit als ikki komin nóg langt enn, so leingi miðlarnir, og enntá onkrir læknar, enn lýsa autismu sum eina sjúku.
Við hesum fyrilestri vil eg fegin greiða frá ymsum eg faktiskt megni, bæði tað viðfødda og okkurt av tí eg havi lært – og eg vil royna at greiða frá, hvussu eg lærdi tað, og hvat skuldi til, so eg kundi læra tað.
Eg ynski at greiða frá hesum við vón um at geva eina fatan av, hvat kann motivera og inspirera, hvussu nøkur ting kunnu lærast, meðan onnur ikki kunnu, hvussu nógv ein, at síggja til, simpul uppgáva onkuntíð krevur av mær, og fyri at geva eina djúpari fatan av, hvat vit kunnu undir røttu umstøðunum.
Eg fari m.a. at greiða frá hesum evnum: At búgva í egnum bústaði, minnið (hukommelsen), feriur, sjálvsfatan og sjálvsinnlit, meining.
20.15-20.30 steðgur
20.30-21.30 Fyrilestur við Pia Lindberg Fenger:
Eksekutive funktioner, hvordan hjælper vi med den rette støtte og struktur.
Gjøgnumgongd av útinnandi virkisføri (de eksekutive funktioner), hvønn týdning hevur tað fyri fólk við autismu/autistar, at tað kunnu vera avbjóðingar við at skipa virksemi (aktiviteter), uppgávur, tíð og arbeiðsgongdir, og hvussu vit sum foreldur og fakfólk kunnu stuðla, so øll menna sjálvbjargni og fáa so góða lívsgóðsku sum møguligt. Fyrilesturin verður eitt framhald av fyrilestrinum hjá Louise, við eini fakyrkisligari áskoðan.
10. mai 2023. 19.00-21.30 í Mentunarhúsinum í Fuglafirði
19.00-20.15 Fyrilestur við Louise Egelund Jensen:
Autisme og følelser
Fyrilesturin er uml 1 tíma til 5 korter og vendir sær mest til fakfólk og avvarðandi, tó kunnu fólk við autismu eisini fáa okkurt burturúr.
Autistar hava onki ella bara lítið empati.
Autistar kunnu ikki elska.
Autistar eru sera rationellir og ofta kenslukaldir.
Allar hesar 3 fordómar havi eg møtt meira enn eina ferð í lívinum. Og tann um empati, enntá í fleiri fakyrkisbókmentum um autismu.
Sjálvt um eg síggi meg sjálva sum eitt sera hugsandi menniskja, havi eg ongantíð sæð meg sjálva í lýsingini av autistum, sum menniskju við avmarkaðum kenslulívi.
Tvørturímóti!
Eg føli við so stórari styrki um ”kompleksitet”, at eg ofta verði yvirtikin av kenslum (overvældet) og næstan ikki kann vera í verðini.
So hvar koma fordómarnir um okkara avmarkaða kenslulív frá?
Hvussu følist tað i veruleikanum at vera autist/ur?
Og hvussu kann eg sum autist/ur handfara vreiði, vónbrot, eydnu, stoltleika, einsemi og empati, og allar hinar nógvu kenslurnar eg upplivi, uttan at fara um koll?
Tað vil eg royna at koma inn á í hesum fyrilestrinum, í vónini um, at vit saman kunnu fyribeina fordómunum.
20.15-20.30 steðgur
20.30-21.30 Fyrilestur við Pia Lindberg Fenger:
Autisme og empati
Gjøgnumgongd av teori um empati/kenslur og autismu. Fyrilesturin verður eitt framhald av fyrilestrinum hjá Louise, við eini fakyrkisligari áskoðan.
11. mai 2023. 19.00-21.30 í Norðurlandahúsinum í Havn
19.00-20.15 Fyrilestur við Louise Egelund Jensen:
Stress, set indefra
Fyrilesturin er uml 1 tíma til 5 korter og vendir sær mest til fakfólk, tó kunnu avvarðandi og fólk við autismu eisini fáa okkurt burturúr.
Eg fari at greiða frá, hvussu stress kennist hjá einum við autismu.
Eg fari at koma við ítøkiligum dømum um, hvat stressar meg og royna at greiða frá hví. Eisini fari eg at koma við dømum um, hvat eg sjálv geri, og hvat onnur kunnu gera fyri at hjálpa, tá eg eri stressað. At enda vil eg eisini, við hjálp frá ”Hejlskov/Uhrskov´s stressmodel” vísa, hvussu man við strukturi og góðari planlegging, ofta kann sleppa undan at stress-støðið verður ov høgt.
20.15-20.30 steðgur
20.30-21.30 Fyrilestur við Pia Lindberg Fenger,
Autisme og stress
Hvussu kann arbeiðast við at minka um stress.
Ov høgt stress-støði í dagligdegnum gevur ofta verri lívsgóðsku og kann føra til samanfall (nedsmeltninger).
Í hesum fyrilestrinum verður dentur lagdur á ítøkiligar mátar at minka um stress-støðið í dagligdegnum og geva betur lívsgóðsku. Við «forudsigelighed», tryggleika, strukturi, og fatan (forståelse) fyri kensluligum (sensoriske) trupulleikum.
Tað verður møguligt at seta spurningar eftir fyrilesturin.
Autisme og stress, hvussu kann arbeiðast við at minka um stress.
Fyrilesturin verður eitt framhald av fyrilestrinum hjá Louise, við eini fakyrkisligari áskoðan.
Tað verður møguligt at seta spurningar eftir fyrilesturin.
Prísurin er 250 kr. per kvøld.
Eitt sindur um fyrilestrahaldararnar:
Louise Egelund Jensen:
“Eg eiti Louise Egelund Jensen, eri fødd í Bogense (á Fyn) í 1981 sum dóttir nr 2 hjá bussføraranum, Børge og námsfrøðinginum, Susanne. Eg vaks upp úti á landinum, tætt við náttúruna og djór, og djór hava eisini altíð havt ein stóran leiklut í mínum lívi, bæði sum áhugamál, arbeiði, og sum vinir, og tað vóru eisini tey eg kundi fara til við øllum.
Tá eg var 17 ár fekk eg diagnosuna Asperger’s Syndrom (á autismuspektrinum). Hetta var eftir langa tíð við etingarólagi og fleiri árum við depressiónum og øðrum trupulleikum. Tað var ein stórur lætti fyri meg at fáa diagnosuna og svar uppá allar teir spurningar eg hevði havt alt mítt lív. Tá eg var 20 ára gomul fekk eg búpláss á ”bofællesskabet Asgaard”, eitt fyribils tilhaldsstað fyri vaksin við Asperger’s Syndrom, har tey kunnu koma at læra, tað tey hava brúk fyri áðrenn tey flyta í egnan bústað. Eg búði á Asgaard í 2½ år, áðrenn eg flutti i egna íbúð í Fredericia. Tað var á Asgaard at eg fyrstu ferð nevndi, at eg ynskti at halda fyrilestur fyri øðrum í somu støðu, og tað vóru starvsfólkini á Asgaard, sum gjørdu tað møguligt hjá mær at føra hetta ynski út í lívið.
Eg arbeiði sum hjálparfólk nakrar fáar tímar um vikuna hjá ”Favna Erritsø Dyreklinik”, og so gangi eg túr við 2 hundum, umframt mínum egna hundi.
Eg venji fleiri ferðir um vikuna og eri eldhugaður rennari. Eg havi runnið fleiri hálvmaraton og enntá eitt einkult maraton. Eg njóti teir nógvu tímarnar einsamøll á landavegnum í mínum renniskóm!
Í frítíðini dámar mær at taka myndir, arbeiða í havanum, og at ganga túr við hundi mínum Bodil. Eg elski tónleik, at lesa góðar bøkur, og at hyggja at filmi.”
Pia Lindberg Fenger:
“Eg eiti Pia Lindberg Fenger og eg arbeiði sum námsfrøðiligur ráðgevi við serkunnleika innan autismu og aðrar hjádiagnosur.
Eg havi síðan 1996 arbeitt innan brekøkið, har eg havi valt at serútbúgva meg innan autismu. Eg arbeiði við fólki við autismu (autisme spektrum forstyrrelser), og havi royndir við bæði børnum og vaksnum á øllum autismuspektrinum. Eg havi eisini ognar mær førleikar innan ymsar hjádiagnosur. Tað kann t.d. vera angist, depressión, OCD, stress, etingarólag, kynslív og svøvnórógv. Eg arbeiði miðvíst við at økja um lívsgóðskuna og at betra sjálvbjargni hjá barninum/tí vaksna við diagnosu.
Eg arbeiði út frá ”Neuropædagogisk tilgang” og ”Low Arousal”, ”LA2”, og brúki ”TEACCH” meginreglurnar til strukturering og stuðul í dagligdagin.”