Elmar Ósá kom í gjár á mál á Tórsbreyt, eftir at hava lagt ein dupultan IronMan aftur um bak. Hetta er eitt fantastiskt ítróttarligt bragd, og samstundis ein hjartanemandi verkætlan við tí endamáli at stuðla Autismufelagnum. Okkara takksemi kann ikki lýsast við orðum, og eru vit øll so sera sera rørd.
Stuðulin er kærkomin og skal sjálvandi nýtast til at hjálpa børnum, ungum og vaksnum við autismu í Føroyum og teirra familjum.
Av hjartanum takk góði Elmar. Vit vita, at familjan eigur sín stóra leiklut – stóra takk til tykkum eisini. Og sjálvandi øll tit, sum hava latið felagnum stuðul – stóra takk fyri.
Enn ber til at stuðla: 6460 1586787
Vinarliga Nevndin