Um felagið

Autismufelagið er áhugafelagið hjá teimum, sum hava autismu, ella á einhvønn hátt varða av fólki, ið bera brekið autismu.

Alt nevndararbeiði og arbeiði í felagnum annars er sjálvboðið, – uttan samsýning. Hetta eru vanliga foreldur at børnum við autismu, ið frammanundan hava ein strævnan og krevjandi gerandisdag.

Autismufelagið er eitt av feløgunum í MEGD

Autismufelagið hevur konto í Betri Banka 9181 4944323 og Bank Nordik 6460 6053000

Endamál

  • at kunna um autismu og teir trupulleikar, brekið viðførir
  • at vera almenna røddin fyri fólk við autismu mótvegis samfelagnum og myndugleikunum
  • at virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg
  • at fylgja við vitan innan autismuøkið
  • at skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu

Limatal

Tað eru á leið 260 limir í felagnum í løtuni. Hesi eru foreldur, onnur avvarðandi, fakfólk, stovnar, feløg og skúlar.

Tiltøk

Felagið skipar vanliga fyri hesum tiltøkum:

  • Felags morgunmatur
    Umleið 4 ferðir um árið hittast vit til ein morgunmat og tosa saman um okkara felags áhugamál. Vanliga eru vit 20-30 fólk, mest foreldur og onnur avvarðandi at fólki, ið bera brekið autisma.
    Allir limir eru vælkomnir.
  • Útferð
    Skipað verður fyri eini árligari útferð fyri alla familjuna.
  • Grilldagur
    Eina ferð um árið hava vit ein grilldag, har øll familjan er vælkomin.
  • Jólahald
    Árliga jólahaldið er eisini fyri alla familjuna.
  • Annað
    Umframt hetta, brúka fleiri limir nógva tíð at tosa við og ráðgeva fólki, ið nýliga hava fingið staðfest, at barn teirra ber brekið autismu. Eisini luttaka vit á fundum og ráðstevnum uttanlands, í ávísan mun.

NÝGGJASTU TILTØK

TILTØK - MEST LISIÐ