Gerst limur
Vilt tú gerast limur í Autismufelagnum, kanst tú skráseta teg sum lim á hesi leinkju.
Árliga limagjaldið er 200 kr. Øll eru vælkomin at gerast limir.
Endamálið við Autismufelagnum er:
- At upplýsa um autismu og teir trupulleikar, ið brekið viðførir.
- At umboða fólk við autismu mótvegis samfelagnum og stovnum.
- At virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg.
- At fylgja við gransking og viðgerð.
- At skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu.