Tilmelding til jólahaldið 2018

Góðu limir

Árliga jólahaldið verður sum kunnugt sunnudagin 9/12 kl 15 á Verkstaðnum Vón á Argjum.

Vinarliga sigi frá við at senda teldupost til tilmelding@autisma.fo í seinasta lagi hósdagin 6/12 kl 12, um tit ynskja at luttaka. Børnini fáa sjálvandi pakka frá jólamanninum, so tí er umráðandi at viðmerkja, hvussu nógv børn og vaksin luttaka.

Vit vóna at síggja nógvir limir til hesa hugnaligu løtuna.

Vinarliga Nevndin