Rakar tað meg?

Autismufelagið ynskir við hesum skrivi at sýna sín stuðul til Pedagogfelagið í stríðnum at venda gongdini á námsfrøðiliga økinum.

Autismufelagið heitir staðiliga og inniliga á partarnar um at taka upp aftur samráðingarnar, so partarnir í felag kunnu tryggja nøktandi normeringar og góðar arbeiðsumstøður, ikki bert tá tað snýr seg um fysisku umstøðurnar, men serliga tær arbeiðsumstøður, ið virðiligir og framtíðartryggjaðir sáttmálar geva.

Ynskja Fíggjarmálaráðið/KAF eitt nøktandi tilfeingi av arbeiðsorku á námsfrøðiliga økinum, so er tað eisini ábyrgd arbeiðsgevarans at gera økið attraktivt.
Fyri børn, ung og vaksin við autismu er støðufestið og haldførið hjá teimum starvsfólkum, ið eru um tey í gerandisdegnum, av sera stórum týdningi. Tað eru hesi starvsfólk, ið hava lært at røkka inn til tey. Broytingar, so sum verkfall ella verkbann, kunnu hava við sær afturstig í sambondunum og menningini, tá virksemið verður skert.
Hetta sæst heilt ítøkiligt í hesum døgum, tá boð frá skúlum m.a. eru soljóðandi:
– Nú verkbann er lýst í samband við arbeiðsósemjuna millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið/KAF, verður eingin námsfrøðingur til arbeiðis í skúlanum komandi dagarnar. Hetta merkir, at serdeildin ikki kann veita fult tilboð til viðkomandi næmingar. Av tí at tað er ymiskt, hvussu serstovurnar skipa arbeiðið komandi dagarnar, verður ringt heim í hvørjum einstøkum føri í morgin (mánadagin 7. juni) at kunna um hetta.
– Virksemi verður avmarkað. Tí heita vit á foreldur at næmingum, ið hava tørv á námsfrøðiligum stuðli, um at hava børnini heima, til trætan millum partarnar verður loyst.
At foreldur at børnum við autismu nú verða kroyst at hava tey heima frá sínum skipaða gerandisdegi við góðari námsfrøðiligari strimbran, kann elva til strongd, bæði hjá børnunum og foreldrunum, ið ofta eru sera sperd frammanundan.
Hetta vísir tann tryggleikan, sum dugnaligir og nærlagdir námsfrøðingar geva teimum við autismu og teirra familjum.
Námsfrøðingar hava uppiborið nógv størri virðing fyri tað megnar arbeiði, tey fremja hvønn einasta dag!
Autismufelagið vil hervið geva Pedagogfelagnum sín fulla stuðul í hesum stríðnum!