Autismufelagið hevði sín árliga aðalfund leygardagin 20. mars 2021
Autismuráðgevarnir Anna Sofía Egilstrøð og Anja Djurhuus høvdu áhugaverdan fyrilestur um “Autismu og systkin”
Harnæst var sjálvur aðalfundurin hildin sambært viðtøkunum.
Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali hesuferð – tey vóru Heidi Aagaard, næstforkvinna, Jørmund Foldbo, skrivari og Durita Bjellvåg, nevndarlimur. Tey høvdu øll valt ikki at stilla upp aftur.
Jónrit Halling, forkvinna og Randi Durhuus, kassameistari stóðu ikki fyri vali hesuferð.
5 fólk stillaðu upp, og tey 3 sum fingu flestar atkvøður gjørdust nevndarlimir meðan 2 gjørdust tiltakslimir.
Á fundi 7. apríl skipaði nevndin seg soleiðis:
Forkvinna: Jónrit Halling
Næstforkvinna: Ann Kristina Svabo Simonsen
Skrivari: Djóni á Boðanesi
Kassameistari: Randi Durhuus
Nevndarlimur: Gyða Johansen
Tiltakslimir eru Beinta Tórsdóttir Johannessen og Malan Wacher
Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, og at umboða tey við autismu í almenna rúminum. Felagið virkar fyri, at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, soleiðis at tilveran hjá teimum við autismu kann gerast góð og trygg. Eisini er týdningarmikið hjá felagnum at skapa samband millum fólk við autismu og millum teirra avvarðandi. Royndir vísa, at avvarðandi at børnum, ið júst hava fingið eina diagnosu innan autismuspektrið, kunnu fáa stórt gagn av at gerast partur av einum netverki í Autismufelagnum, har tey sanna, at tey standa ikki einsamøll.
Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann gerast her á síðuni við at velja Gerst limur.
Vinarligar heilsanir
Nevndin í Autismufelagnum