Morgunmatur og gott prát í morgun

Í dag skipaði Autismufelagið fyri felags morgunmati fyri limum.

Møtt vóru uml. 30 foreldur og avvarðandi at fólki, ið hava autismu.

Foreldur og avvarðandi fingu høvi at hitta onnur, ið kenna til gerandisdagin við autismu.

Eitt av aðalmálunum í Autismufelagnum er at skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu.

Vanliga skipar felagið fyri morgunmati 4 ferðir um árið.