MINST TIL OKKARA, TÁ TÚ SETIR KROSSIN
Undir heitinum “Minst til okkara, tá tú setur krossin” skipa Autismufelagið og ADHDfelagið fyri veljarafundi í Perluni mikukvøldið 18. mars kl 19 í Perluni í Havn.
Við einum samlaðum limatali væl omanfyri túsund, umboða feløgini við familjum limanna, túsundtals borgarar í føroyska samfelagnum, sum dagliga merkja avleiðingarnar av einum undirraðfestum øki.
Tíðin er komin til at hava breiðari kjak, raðfesting og ítøkiligar loysnir. Vit hava nøkur boð, men týðandi er eisini, at komandi løgting og landsstýri hava ætlanir, loysnir og vilja raðfesta.
Autismufelagið og ADHDfelagið eru áhugafeløg hjá fólki, sum mangan eru raðfest aftarlaga í heilsuverkinum og øðrum skipanum. Hesi feløg skipa fyri fyrstu ferð fyri veljarafundi saman, fyri at seta sálarheilsu á breddan til løgtingsvalið 2026.
Hetta eru áhugafeløg hjá teimum føroyingum, ið mangan eru sera illa staddir í mun til at fáa ta hjálp teimum tørvar, fyri at trívast og virka í okkara samfelag.
Mikukvøldið 18. mars kl. 19 skipa feløgini fyri veljarafundi í Perluni í Havn undir heitinum: “MINST TIL OKKARA TÁ TÚ SETUR KROSSIN”
Endamálið er greitt; “at fáa sálarheilsu á politisku dagsskránna nú”.
Bíðirøðin og bíðitíðin til psykiatri er nógv tann longsta í føroyska heilsuverkinum, og alt ov lítið tilfeingi og ov fá viðgerðartilboð eru á økinum. Tað halda feløgini vera eitt álvarsligt samfelagsligt mál, sum eisini kann metast sum brot á brekrættindasáttmála hjá ST. (ÍTØKILIGA HVØRJA GREIN ER HETTA BROT À?)
Feløgini vísa á, at psykiatriska økið ikki hevur fingið nøktandi politiska raðfesting, og tí má okkurt serligt gerast nú.
Feløgini ynskja at síggja eina her-og-nú loysn, sum tryggjar skjótari útgreining og røtt tilboð, umframt eina 10 ára langtíðarætlan, sum tryggjar menningina av psykiatriska økinum frameftir.
Feløgini umboða samanlagt nógvar limir og familjur, sum dagliga merkja avleiðingarnar av einum undirraðfestum øki og spyrja: Er tað rímiligt, at børn, ung og vaksin fáa strongdartengdar sálarsjúkur av at bíða eftir útgreining?
Tí vilja tey nú senda eina greiða áheitan til bæði politikarar og veljarar:
“Minst til okkum, sum hava tørv á atgongd til betri sálarheilsu, tá tú setur krossin.”
Faklig upplegg og kjak
Á veljarafundinum vera tvey faklig upplegg umframt politiskt kjak.
Tórunn Ósá, námslektari og PhD-lesandi, fer at leggja fram nýggja føroyska gransking, sum vísir, at børn, ið verða seinni útgreinað, oftari fáa strongdartengdar sálarsjúkur enn børn, sum verða útgreinaði tíðliga. Granskingin undirstrikar tí týdningin av, at børn og ung fáa hjálp so tíðliga sum gjørligt.
Barna- og ungdómspsykiatriin fer eisini at leggja fram ítøkiligar loysnir til, hvussu skjótari útgreining og betri hjálp til børn og familjur kann tryggjast.
Aftaná uppleggini verður politiskt kjak, har umboð frá øllum flokkum fáa høvi at svara spurningum og greiða frá, hvussu tey vilja raðfesta psykiatri og sálarheilsu komandi árini.
Stroymt beinleiðis
Tiltakið verður eisini stroymt beinleiðis í høgari góðsku, so fólk kring landið kunnu fylgja við.
Fylgið við á heimasíðunum og á sosialu miðlunum hjá feløgunum, har leinkjan til stroyming verður løgd út.
Veljarafundurin verður í Perluni mikukvøldið 18. mars kl. 19, og øll eru vælkomin.
Autismufelagið og ADHDfelagið








