Melda til systkinaskeið

Vit eru so heppin at kunna bjóða limum at melda systkin, sum eru í aldrinum 8-18 ár, á systkinaskeið eftir summarfrítíðina.

Skeiðið verður 3 ferð á 2 tímar, kl 16.30-18.30 við uml 6-8 systkjum í hvørjum bólki.

Skeiðshaldarar verða Anja Djurhuus og Anna Sofía Egilstrøð.

Høvuðsendamálið er at geva systkjum vitan um autismu, soleiðis at tey betur kunnu skilja beiggjan ella systrina við autismu, umframt tað at møta øðrum í somu støðu. Vit hugsa at skapa karmar fyri systkin at hugna sær saman og fáa eitt netverk, vónandi í nærumhvørvinum.

Skeiðið er ókeypis og er fyri børn hjá limum í Autismufelagnum. Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til tilmelding@autisma.fo. Tilmeldingarfreistin er 10. juli 2021.

Við tilmelding vinaliga gev okkum hesar upplýsingar um luttakandi systkin:

Navn

Aldur

Bygd/bý – so tey kunnu bólkast eftir nærumhvørvinum.

Og navn á foreldri/um, sum er/u limur í Autismufelagnum.

Við tilmelding gevur tú Autismufelagnum loyvi til at nýta hesar upplýsingar til at skipa systkinaskeiðið og at lata skeiðshaldarunum navn, aldur og bygd/bý hjá barninum, ið er tilmeldað skeiðið.

Nærri kunning um nær og hvar verður tøk seinni.