Kom til spennandi fyrilestur

Hví hava fólk við autismu ofta trupult við at merkja svongd, møði og egnar kenslur? Hvussu ávirkar hetta teirra lív og dagligdag?
Kom og fá svarini, tá Pia Lindberg Fenger, námsfrøðiligur ráðgevi, heldur fyrilestur um autismu og hvussu trupulleikar við innaru sansum (interoception) ávirka lívsgóðsku og svøvn.
Pia gevur amboð og hugskot til at skapa meira ró og lívsgóðsku.
📍 Løkshøll
📅 5. juni 2025
⏰ 19.00 – 21.30
👉 Øll eru hjartaliga vælkomin – Tiltakið er ókeypis men neyðugt er við tilmelding: https://www.atgongumerki.fo/3282037/autisma-og-livsgodska
Fyrilesturin er væl egnaður bæði fyri avvarðandi, fakfólk og onnur áhugað.
Ein steðgur er uml. kl.20, har møguleiki er at keypa sær kaffi oa. frá Taekwondo felagnum Hwarang Føroyar.