Tíðliga í desember skipar felagið fyri árliga jólahaldinum hjá Autismufelagnum. Hetta plagar at vera ein serstakliga hugnalig og fittlig løta, har okkara limir við familju samlast saman til hugna og gott prát.
Vit dansa jólatræ, syngja jólasangir, fáa rís a la mandel, kaffi og karamellur og so fáa vit eisini hvørt ár vitjan av einum sera fittum og blíðum jólamanni.
Tiltakið plagar at verða á Verkstaðnum Vón, Hóvabrekka 1, Argir.
Við tilmelding skal sigast frá, hvussu nógv vaksin og børn koma, hvussu børnini eita, eisini eftirnavn (hettar vegna jólaposar til børnini)
Nærri kunning um nær árliga jólahaldið í 2018 verður kemur í oktober.
Vinarliga,
Nevndin í Autismufelagnum.