Í gjár vóru vit í Autismufelagnum, saman við ADHD felagnum, boðin á samstarvsfund við heimaráðgevingina hjá Almannaverkinum.
Øll børn og ung upp til 18 ár, sum fáa staðfest autismu, gerast partur av “Tí góðu tilgongdini”, og ein sera týðandi partur av hesi tilgongd, er júst heimaráðgevingin.
Heimaráðgevingin er eitt ómetaliga gott tilboð til familjur við børnum við autismu, tí ráðgevingin hjálpir einstøku familjuni við júst teirra avbjóðingum – hetta er alt avgerandi, tí vit vita, at børn/ung við autismu eru sera ymisk, og tí kunnu avbjóðingarnar verða eins ymiskar.
Heimaráðgevingin hevur øll árini verið ein sera vælvirkandi eind. Ein av orsøkunum til hetta er, at ráðgevararnir hava holla vitan og útbúgving innan autismuøkið – hetta er alt avgerandi, tá arbeiðast skal við fólkum við autismu og teirra avvarðandi.
Autismufelagið gleðist eisini saman við ADHD felagnum, sum nú eisini eru fevnd av heimaráðgevingini hjá Almannaverkinum.
-les meir her https://www.av.fo/fo/taenastur/allar/heimaradgeving/