Leygarkvøldið 28. september 2019 kl 19 fara tey bæði Peter Lund Madsen, heilagranskari og Anne Skov Jensen, sum hevur Aspergers syndrom, at hava fyrilestur í Norðurlandahúsinum. Tey hava ferðast nógv í Danmark við fyrilestrinum, sum tey kalla:
“Ótrúligi heilin og autisma sæð innanífrá”
Heilin verður alsamt undirdíktur við hendingum og fyribrigdum uttanífrá, og hetta kann verða trupult at finna runt í, tí avgerðir skulu takast við støði í vitan, royndum og kenslum, og tað skal passa inn í ein ávísan sosialan samanhang. Tað kann, sum flestum kunnugt, verða ein avbjóðing. Hendan fløkta tilgongd kann tykjast sum nakað av einari forðarenning – serliga um viðkomandi hevur autismu/Aspergers syndrom.
Peter Lund Madsen kemur at greiða okkum frá, hvussu tann vanligi heilin virkar, og hvussu tann autistiski heilin viðhvørt er við undirlutan, tá ið tað snýr seg um at greina sosialar støður, tulka og skilja sansaárin, og tá ið heilin verður strongdur.
Anne Skov Jensen, sum stendur aftanfyri Overlevelsesguiden og luttekur í De skjulte talenter á DR1, greiðir við støði í sínum egna lívi við Aspergers syndrom frá styrkjum og avbjóðingum, samskifti, strongd og niðurbræðingum, bøtandi strategium, og hvussu eitt gott autismulív kann síggja út. Anne hevur sjálv Aspergers syndrom og ADHD og eigur ein son og eina dóttir við somu diagnosum.
Til ber at keypa atgongumerki á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, sum eisini stuðlar tiltakinum
Vinarliga
Nevndin