Enn ber til at søkja inn á Autismuflokkin á Glasir.

Selma tók miðnámsskúlaprógv í autismuflokkinum á Glasir.
Í 2011 byrjaði eg í einum vanligum studentar flokki á Glasir, men fann skjótt útav, at eg hevði sosialar og sálarligar avbjóðingar, sum gjørdu skúlagongdina sera torføra. Í 2013 fekk eg staðfest Asperger Syndrom – sama árið sum tann nýggi autismuflokkurin á Glasir byrjaði. Eg gjørdi av at byrja av nýggjum í hesum flokkinum, har eg gekk 2013-2017.
Hóast tilsamans langan skúlalestur var hetta nokk besta avgerðin, eg gjørdi fyri meg sjálva, tí eg lærdi so nógv afturat tí fakliga. Eg lærdi onnur at kenna við somu avbjóðingum sum eg sjálv, og fann útav at eg ikki var einsamøll í kensluni av at verða øðrvísi. Í autismuflokkinum var bæði fokus á at læra tað fakliga á sama støði sum í einum vanligum flokki, umframt at læra sosialar førleikar. Hvørja viku møttust vit við nøkrum mentorum, har tíð fór til at tosa saman um leyst og fast, og til at hugna okkum saman, og hetta vóru løtur eg sá fram til. Harafturat vórðu tveir tímar hvørja viku settir av til at røra seg, og til at fáa gjørt skúlaarbeiði saman í skúlanum.
Ein fyrimunur við at ganga í autismuflokkinum er, at flokkurin er minni enn ein vanligur flokkur, og tú lærur onnur at kenna sum kenna til tína støðu. Ein minni flokkur merkir eisini, at lærarin hevur meira tíð til hvønn einstakan næming. Harafturat haldi eg, at sambandið og samskiftið millum næmingar og lærarir var sera gott, og hetta gjørdi undirvísingina stuttliga og diskutiónsríka.
Síðan eg bleiv liðug í autismuflokkinum, havi eg lisið mýlalívsvísindi á Setrinum. Í løtuni eri eg búsitandi í Roskilde, har eg taki eina kandidat útbúgvingin í medicinal- og molekylær biologi. Víðari lesturin hevur gingið gott, og hesum havi eg millum annað autismuflokkinum at takka, har eg menti meg nógv sosialt og fakliga.
Umsóknarfreistin er 15. mars.