Eitt Manga-tiltak fyri børn og ung – ljóðar tað spennandi?

Ein av okkara limum, sum hevur eina 15 ára gamla dóttur við autismu, ætlar, í samráð við Autismufelagið, at skipa fyri einum Manga-tiltaki fyrst í komandi ári fyri børn og ung við autismu, um nóg stórur áhugi er fyri tí.
Enn vita hvørki vit, ella viðkomandi limur, hvussu undirtøkan er fyri einum slíkum tiltaki. Vit hoyra tó javnan um gentur og dreingir við autismu, sum hava alsk til hesar japansku Manga bøkur/tekningar.

Júst hvussu eitt slíkt tiltak verður skipað, er ikki endaliga avgjørt. Ætlanin er, at børnini og tey ungu við autismu skulu njóta eina hugnaliga løtu saman, har tey kunnu hyggja at Mangafilmi, tekna og mála Mangatekningar, tosa saman í bólkum um Manga, og nógv nógv annað kreativt.

Høvuðsendamálið er, at børn og ung við autismu kunnu møtast í einum forumi, sum tey kenna, og sum tey kenna seg trygg í, har tey kunnu møta øðum børnum og ungum, sum hava somu áhugamál sum tey.

Um tit hava áhuga fyri hesum tiltaki, vinarliga send teldupost til: fegin@fegin.fo í seinasta lagi 15. november 2020.

Lat teldupostin eita: Manga
Skriva stutt um Manga áhugan, og kyn og aldur á tykkara barni/børnum.

Tiltakið verður fyri limir í Autismufelagnum (annað av foreldrunum skal vera limur – ikki er neyðugt, at tey ungu eru limir)

Fakta um Manga:
Manga er eitt japanskt orð fyri teknirøðir, sum í dag er ein týdningarmikil útflutningsvøra í Japan.

Manga bøkurnar/heftini eru serlig á tann hátt, at tað verður lisið frá høgru til vinstru, og at man byrjar at lesa á aftastu síðu. Persónarnir í Manga søgunum hava slætt hár, stór eygu og úttryksfull andlit. Mangasøgurnar eru ein blandingur av veruleika og ímynd. Tá Mangasøgurnar verða gjørdar til filmar, verður tað kallað fyri “anime”, sum er tað japanska orðið fyri teknifilm.

Vinarliga

Nevndin