Bú- og umlættingarheimið tekur skap

3.maj 2021 lá eitt følv av kava í Kvíggjartúni, tá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, loysti fyrsta flagið til bú- og umlættingarheimið til børn og ung við autismu.

Síðani tann dagin hevur Sp/F Konsax arbeitt uttan íhald við at grava omanav, brekka og planera fyri nýggja heiminum. Serliga ta áhaldandi brekkingina hava grannarnir í glashúsinum niðanfyri havt sum undirstøði eina tíð, hvat tey so tóku sær til. Sera hugaligt er tað tó at síggja framstigini, so hvørt sum frálíður.

1.desember var aftur kavi í Kvíggjartúni, tá landsstýriskvinnan var á vitjan.

Nú sæst stórviður reistur og bygningar byrja at taka skap. Byggiarbeiðið tekur Sp/F Búsetur sær av. Fyritøkan Kontrast hevur byggileiðsluna, er høvuðsráðgevi og hevur eisini teknað bygningin.

Autismufelagið gleðist stórliga um, at arbeiðið gongur sum ætlað og vónar, at tey, sum sleppa at gagnnýta heimið, fara at fáa stóra gleði av hesum. Á heiminum verða seks búpláss, seks umlættingarpláss og eitt dagtilboð til 16 børn og ung við autismu.

Sambært Almannamálaráðnum verður miðað eftir, at heimið stendur liðugt við árslok 2022.