Árliga útferðin hjá Autismufelagnum

Nú er aftur tíð til árligu útferðina hjá Autismufelagnum.

Sunnudagin 29. august frá kl 14 hittast vit í Kvívík, uttanfyri skótahúsið, sum er við síðuna av kirkjuni.

Vit fara at grilla hakkibúffar og pylsur, og vatn og saft verður afturvið. Omaná verður kaffi, te og kaka at fáa.

Nevndin tekur sær av at keypa inn, og fólk eru vælkomin at hjálpa til at grilla.

Annars er bert at taka sær av løttum, práta og eta áðrenn farið verður heim aftur.

Hugnaliga tiltakið er fyri limir við húski og er ókeypis.

Vit gleða okkum at síggja tykkum til ein hugnaligan dag og vónandi gott veður 😉

Einasta tit skulu gera er at melda til á tilmelding@autisma.fo í seinasta lagi 25. august. Minst til at viðmerkja, hvussu nógv tit verða.

Vinalig heilsan
Nevndin í Autismufelagnum