Altjóða sálarheilsudagur og Megd 40 ár

Altjóða sálarheilsudagur var 10. oktober í Perluni og Reinsarínum í Havn við yvirskipaða evninum “Sálarheilsa í einum ójøvnum heimi”. Autismufelagið luttók við bási og øðrum, og fleiri nýttu høvi at heilsa uppá nevndina hjá felagnum til eitt gott prát um autismu og annað í hesum sambandi.

Næstforkvinna okkara Ann Kristina Svabo Simonsen luttók í orðaskiftinum við heitinum “Hvussu røkka vit á mál?” saman við Súsonnu Reinert Petersen, yvirlækna í Barna- og Ungdómspsykiatriini, Tormóð Stóra, leiðandi yvirlækna á Psykiatriska Deplinum, Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, og Bjørg Dam, forkvinnu í ADHD-felagnum.

Í orðaskiftinum legði Ann Kristina eitt nú dent á, at fyri at røkka á mál er neyðugt, at vit sum samfelag raðfesta hetta økið nógv hægri fíggjarliga, og miðvíst arbeiða fyri at bøta um stóra starvsfólkatrotið á økinum. Neyðugt er at betra um løn, arbeiðsumstøður, trivnað og fakligheit, eins og at styrkja samstarvið millum stovnar og geirar.

Hóast nógv er hent seinastu árini uppliva vit tíverri alt ov ofta, at fólk við autismu enda í støðum, sum hvørki tey ella teirra avvarðandi vita hvar tey skulu fáa hjálp.

Tí er neyðugt at tað gerst greitt fyri allar partar, hvør myndugleiki hevur ábyrgdina í øllum ítøkiligum støðum fólk við autismu kunnu koma í gjøgnum sína lívsleið. Hetta vilja vit í Autismufelagnum framhaldandi arbeiða fyri at varpa ljós á.

22. oktober hevði MEGD 40 ára stovningardag. Autismufelagið er eitt av 24 limafeløgum, og básur okkara hevði eisini her nógv vitjandi. Góð prát komu í lag bæði við avvarðandi og politikarar.

Dagurin varð eisini hátíðarhildin við eini bókaútgávu. Í bókini Vit liva og virka eru 24 persónligar søgur úr teimum 24 limafeløgunum. Tað er Snorri Brend, sum hevur gjørt samrøðurnar og hevur skrivað. Myndirnar í bókini hevur Jens Kristian Vang tikið.

Persónliga søgan “Sára ríkar okkum lívið” lýsir í hesi bók, á ein sera lívsjáttandi og hjartanemandi hátt, hvussu 5 ára gamla Sára sær sína autismu. Hon er heilt einfalt errin av henni. “Dóttir okkara sær allar smálutirnar, sum vit als ikki leggja merki til, og vit halda, at heimurin er vakrari í hennara eygum” siga foreldrini Hanna Bjellvåg og Sølvi Mikkelsen.