Mándadagin 2. apríl 2018 er altjóða autismudagur og í Føroyum verður varpað ljós á hendan dag við m.a. hesum átøkum:
- Appilsinlittir putlibrikkar verða settir á Tinghúsvøllin
- Bygningar og øki verða lýst upp við appilsingulum ljósi
- Fólk kunnu merkja sína vangamynd á Facebook við eyðkenda appilsinlitta putlibrikkinum,
- Hava appilsinlitt klæði, neglalakki o.s.fr.
Nærri kunning um hvørji tiltøk og átøk felagið fer at skipa fyri á altjóða autismudegnum mánadagin 2. apríl 2018 kemur í mars.
Tykkum øllum verður ynskt ein góðan Altjóða Autismudag.
Felagið takkar øllum, ið vildu vera við til at varpa ljós á dagin saman við okkum.
Vinaliga
Nevndin í Autismufelagnum