Altjóða autismudagin 2. apríl 2021 ætlaðu vit sum vænt at varpa ljós á við at seta puslibrikkar á tinghúsvøllin.
Júst henda dagin bleiv tinghúsvøllurin tó nýttur til eitt annað tiltak, og tískil ynskti Autismufelagið ikki gera stórt hóvasták burtur úr hesum.
Í skundi varð loyvi fingið frá Tórshavnar kommunu til at nýta økið við rundkoyringina á ringvegnum til fløggini.
Sum myndin vísir so ber hetta eisini til.
Tó er ætlanin aftur at nýta tinghúsvøllin 2. apríl 2022.