Altjóða autismudagur 2. apríl

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Í dag 2. apríl er altjóða autismudagur og vit nýta dagin at seta sjóneykuna á autismu.

Fleiri gera hetta saman við okkum í ár, og lýsa við ymiskum tilboðum í dag (sí teirra Facebook vanga) – Vit eru sera takksom fyri stuðulin.

Rit og Rák

Valdemar Lutzen

BR leikur

Kafe Umani

Stjórnuskotið

Beauty Care v/ Mariu Súsonnu

Kafe Kaspar

Á autismudegnum vilja vit eisini almannakunngerða, at tey bæði Peter Lund Madsen og Anne Skov Jensen koma til Føroya í septembur at hava fyrilesturin “Ótrúligi heilin og autisma sæð úr egnum sjónarhorni”. Peter Lund Madsen er kendur heilagranskari og Anne Skov Jensen hevur sjálv autismu og ADHD. Tey hava ferðast runt alt Danmark við hesum fyrilestrinum, sum hevur verið sera væl móttikin.

https://www.facebook.com/events/1333401700135941/permalink/1334676840008427/

Fyrilesturin verður leygardagin 28. septembur kl 19 – 21.15 í Norðurlandahúsinum – nærri kunning kemur seinni.

Nevndin