Aftur til samráðingarborðið!!

Ein framtíðartryggjað loysn má finnast beinanvegin!!
Autismufelagið stuðlar Føroya Pedagogfelag í teirra stríði at fáa betri arbeiðstreytir og løn. Uttan dugnaligar og eldhugaðar námsfrøðingar, sum støðast í teirra arbeiði, kann autismuøkið als ikki virka.
Autismufelagið heitir staðiliga á Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, og Føroya Pedagogfelag um at fara aftur til samráðingarborðið og finna eina virðiliga og ikki minst eina framtíðartryggjaða loysn.
Støðan er hættislig og óvirðilig fyri teir av okkara limum, sum í hesum døgum verða flutt úr teirra heimi – hetta hevur øgiligar avleiðingar fyri tey og teirra familjur, og kann undir ongum umstøðum góðtakast. Verkfall má ikki raka okkara allar veikastu á hendan hátt.
Eisini fyri tey við autismu, sum ikki kunnu vera í barnagarði, ikki kunnu fara í skúla o.s.fr. er støðan álvarsom, tí tey tola ikki broytingina, og afturstigini í teirra menning fáa álvarsligar avleiðingar.
Aftur til samráðingarborðið!! – Vit krevja virðiligar og framtíðartryggjaðar loysnir fyri øll.