ADHD/Autismu Vegleiðingin

ADHD-felagið og Autismufelagið hava gjørt samstarvsavtalu um vegleiðing til limirnar í báðum feløgunum. Vegleiðingin verður fíggjað m.a. av Betri Stuðulsgrunninum, MEGD og stuðulstiltakinum hjá Elmari Ósa – 452 km fyri Autismufelagið.
Tað er týdningarmikið, at fólk við ADHD og/ella autismu hava møguleikar javnbjóðis øllum øðrum borgarum í okkara landi.  Fólk við ADHD og/ella autismu eiga at fáa hóskandi barnagarðs- og skúlatilboð, útbúgving og eftirfylgjandi eitt starv, umframt møguleika at luttaka í frítíðarvirksemi, fáa egnan bústað o.s.fr.
Tað, at ikki kenna seg møtt og ikki fáa neyðugu hjálpina til at liva eitt virðiligt lív, kann vera ørkymlandi, bæði hjá teimum, ið hava ADHD og/ella autismu og hjá teirra avvarðandi.

Veruleikin er, at tað kann vera sera torført hjá hesum fólkum at skapa sær eitt yvirlit yvir, hvørja hjálp ein kann fáa, hvør stovnur ella skipan eigur at veita hvørjar tænastur, og hvørji rættindi ein hevur t.d. at nema sær útbúgving, arbeiðsmenning ella starv.

ADHD felagið og Autismufelagið vilja fegin hjálpa limum sínum við júst slíkum spurningum um rættindi og tænastur.

Tað kann verða:

Rætt til hóskandi stovn, skúla, frítíðarskúla o.s.fr.
Rætt til leiðbeinara
Rætt til sosialráðgeva, sálarfrøðing o.a.
Rætt til longda próvtíð, hjálpartól, lesi- & skrivitøkni
Rætt til námsfrøðiliga ráðgeving
Rætt til arbeiðsførleikamenning

Kærur og hjásiting

Tí verður ADHD/Autismu Vegleiðingin nú sett á stovn, sum ein royndarverkætlan í fyribils 1 ár frá 1. Juni 2021 at rokna.
Vegleiðingin  heldur til í skrivstovuni hjá ADHD-felagnum í MEGD húsinum, Íslandsvegur 10C í Havn, og opið er mánadagar frá kl 11-15. Tá kunnu limir ringja ella koma á gátt, og møguleiki er eisini at bíleggja tíð til eina viðtalu.
Harumframt er telefontíð mikudagar og fríggjadagar millum kl 9-10.
Vegleiðarin starvast fyribils 10 tímar um vikuna, har restina av tíðini verður til hjásiting, sakarhjálp, avtalaðar viðtalur o.a.
Limir kunnu ringja til ADHD/Autismu Vegleiðingina á tlf 202 303 ella skriva til vegleiding@adhd.fo ella vegleiding@autisma.fo.
Vit fegnast um samstarvið millum feløgini, hvørs limir hava ávísar felags avbjóðingar, umframt at tað eru fleiri við báðum diagnosum.