Autismufelagið hevði sín árliga aðalfund leygardagin 21. mars 2026.
Vit hoyrdu Betinu Sand greiða frá um Autistiska lívsgóðsku.
Harnæst varð sjálvur aðalfundurin hildin sambært viðtøkum felagsins. Forkvinnan í Autismufelagnum legði ársfrágreiðing felagsins fram, ið útgreinar, hvat nevndin hevur arbeitt við seinasta árið. Tað hava verið 9 nevndarfundir í 2025/2026, umframt at nevndin bæði hevur samskift nógv millum fundirnar og hevur luttikið á fleiri fundum við aðrar mynduleikar.
Greitt var frá, hvussu arbeitt hevur verið við fylgjandi evnum:
Nevndin
Autismufelagið á fíggjarlógini
ADHD-/Autismuvegleiðingin
Barnaverkætlanin/Tann góða tilgongdin
Bú- og umlættingarstovnar
Fyrilestrar 2025
SIKON/ European autism conference/ Aukon
Skeið
Autismukafe
Autismudagurin
Tiltøk
Boksing
Lega í Nesvík
Arbeiðsdagur
Stuðul og gávur til Autismufelagið
Autismuráðstevna
Fundir
Megd
Annað virksemi
Beinta Tórsdóttir Johannesen stóð fyri vali, men ynskti ikki at halda fram í nevndini. Vit takka henni hjartaliga fyri arbeiðið, sum hon hevur lagt eftir seg í felagnum.
Randi Durhuus og Halda Juul Olsen stóðu eisini fyri vali, og ynsktu at halda fram. Ein stillaði upp, so neyðugt var ikki við vali.
Bjørga Sivertsen stillaði upp fyri fyrstu ferð, og bjóða vit henni hjartaliga vælkomnari í nevndina.
Gyða Johansen, Gunnvá Staksberg, Linda F. Gaardbo og Kristianna J. Heinesen halda fram í nevndini
Varalimir verða valdir fyri eitt á í senn, og í ár eru Elin S. Debes og Lív Holm valdar.
Nevndin skipar seg av nýggjum á fyrsta fundi.
Endamálið hjá Autismufelagnum er:
at kunna um autismu og teir trupulleikar, brekið viðførir
at vera almenna røddin fyri fólk við autismu mótvegis samfelagnum og myndugleikunum
at virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg
at fylgja við vitan innan autismuøkið
at skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu
Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann gerast her á síðuni við at velja “Gerst limur”.
Vinaligar heilsanir
Nevndin í Autismufelagnum







