Aðalfundur leygardagin 26. mars á Hotel Hilton

Góðu limir.
Aðalfundur felagsins verður leygardagin 26. mars 2022 kl. 11 á Hotel Hilton Garden Inn, Staravegur 13, Tórshavn.

Skráin fyri aðalfundin er henda (vegleiðandi tíðir):

11:00 Kunning um ADHD- og Autismuvegleiðingina
11.30 Fyrilestur við heitinum ‘Gerandisdagurin og hjálparamboð’.
Serligur dentur verður lagdur á talgildar samskiftishættir ið kunnu lætta um hjá fólkum við autismu, í eitt nú skúlaskipanini og á arbeiðsmarknaðinum.
Fyrilestrarhaldari: Maybritt við Strond, PD í logopedi.
12.30 Miðmáli
13.30 Aðalfundur sambært viðtøkum felagsins

Vinaliga boða frá luttøku við telduposti til tilmelding@autisma.fo í seinasta lagi hósdagin 17.mars 2022.

Nýggir limir eru sjálvandi altíð vælkomnir – til ber at tekna seg sum lim á heimasíðuni https://autisma.fo/um/gerst-limur/ og síðan at boða frá luttøku til aðalfundin.