Autismufelagið hevði sín árliga aðalfund leygardagin 15. mars 2025.
Vit hoyrdu Parasport greiða frá teirra arbeiði.
Harnæst varð sjálvur aðalfundurin hildin sambært viðtøkum felagsins.
Forkvinnan í Autismufelagnum legði ársfrágreiðing felagsins fram, ið útgreinar, hvat nevndin hevur arbeitt við seinasta árið. Tað hava verið 9 nevndarfundir í 2024/2025, umframt at nevndin bæði hevur samskift nógv millum fundirnar og hevur luttikið á fleiri fundum við aðrar mynduleikar.
Greitt var frá, hvussu arbeitt hevur verið við fylgjandi evnum:
- Nevndin
- Autismufelagið á fíggjarlógini
- ADHD-/Autismuvegleiðingin
- Barnaverkætlanin/Tann góða tilgongdin
- Bú- og umlættingarstovnar
- Fyrilestrar 2024
- SIKON/Skive ráðstevna
- Skeið
- Autismukafe
- Autismudagurin
- Tiltøk
- Stuðul og gávur til Autismufelagið
- Fundir
- Megd
- Annað virksemi
Jóhann Rubek Nielsen ynskti ikki at halda fram í nevndini, Gunnvá Staksberg, Gyða Johansen og Linda Frederiksberg stóðu fyri valið, og ynsktu at halda fram. Hesi 3 stillaðu upp fyri fyrstu ferð, Thomina Hanna í Lon, Kristianna Heinesen og Elin Kastalag, so neyðugt var við valið.
Elsbeth Joensen og Bartal Højgaard stillaðu ikki upp aftur, so 2 tiltakslimir skuldu eisini veljast.
Gunnvá, Gyða og Linda forseta í nevndini, og nýggi nevndarlimurin er Kristianna.
Nevndin takkar Jóhann, Elsbeth og Bartal fyri tíðina og innsatsin, og ynskir nýggju nevndarlimunum hjartaliga vælkomnum.
Eftir aðalfundin 15/3-2025 skipaði nevndin seg soleiðis:
Forkvinna: Gyða Johansen
Næstforkvinna: Gunnvá Staksberg
Kassameistari: Randi Durhuus
Skrivari: Beinta Tórsdóttir Johannessen
Nevndarlimur: Halda Juul Olsen
Nevndarlimur: Linda Frederiksberg
Nevndarlimur: Kristianna Heinesen
Tiltakslimur: Thomina Hanna í Lon
Tiltakslimur: Elin Kastalag
Endamálið hjá Autismufelagnum er:
- at kunna um autismu og teir trupulleikar, brekið viðførir
- at vera almenna røddin fyri fólk við autismu mótvegis samfelagnum og myndugleikunum
- at virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg
- at fylgja við vitan innan autismuøkið
- at skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu
Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann gerast her á síðuni við at velja “Gerst limur”.
Vinaligar heilsanir
Nevndin í Autismufelagnum