Autismufelagið hevði sín árliga aðalfund leygardagin 16. mars 2024.
Vit hoyrdu fyrilestur um “autismu og stigma”.
Harnæst varð sjálvur aðalfundurin hildin sambært viðtøkum felagsins.
Forkvinnan í Autismufelagnum legði ársfrágreiðing felagsins fram, ið útgreinar, hvat nevndin hevur arbeitt við seinasta árið. Tað hava verið 9 nevndarfundir í 2023/2024, umframt at nevndin bæði hevur samskift nógv millum fundirnar og hevur luttikið á fleiri fundum við aðrar myndugleikar.
Greitt var frá, hvussu arbeitt hevur verið við fylgjandi evnum:
- Nevndin
- Autismufelagið á fíggjarlógini
- ADHD-/Autismuvegleiðingin
- Tann góða tilgongdin
- Bú- og umlættingarstovnar
- Frítíðartilboð
- Fyrilestrar 2023
- SIKON
- Skeið
- Autismukafe
- Autismudagurin
- Tiltøk
- Stuðul og gávur til Autismufelagið
- Stuðulsrenning
- Fundir
- Annað virksemi
Malan Wacher ynskti at gevast í nevndini, so ein nýggur nevndarlimur skuldi finnast. Tann, ið valdi at stilla upp var Halda Juul Olsen. Eingin annar stillaði upp, so hon er hervið vald í nevndina.Elsbeth Joensen og Bartal Højgaard ynsktu at halda framm sum tiltakslimir, og eru tey hervið vald sum tiltakslimir.
Á fundi 11. apríl skipaði nevndin seg soleiðis:
Forkvinna: Gyða Johansen
Næstforkvinna: Gunnvá Staksberg
Skrivari: Beinta Tórsdóttir Johannessen
Kassameistari: Randi Durhuus
Nevndarlimur: Halda Juul Olsen
Nevndarlimur: Jóhann Rubek Nielsen
Nevndarlimur: Linda Frederiksberg
Tiltakslimur: Elsbeth Arnadóttir
Tiltakslimur: Bartal Højgaard
Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, og at umboða tey við autismu í almenna rúminum. Felagið virkar fyri, at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, soleiðis at tilveran hjá teimum við autismu kann gerast góð og trygg. Eisini er týdningarmikið hjá felagnum at skapa samband millum fólk við autismu og millum teirra avvarðandi. Royndir vísa, at avvarðandi at børnum, ið júst hava fingið eina diagnosu innan autismuspektrið, kunnu fáa stórt gagn av at gerast partur av einum netverki í Autismufelagnum, har tey sanna, at tey standa ikki einsamøll.
Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann gerast her á síðuni við at velja “Gerst limur”.
Vinaligar heilsanir
Nevndin í Autismufelagnum