Aðalfundur hjá Autismufelagnum 2023 og nevndin hevur skipað seg

Autismufelagið hevði sín árliga aðalfund leygardagin 18. mars 2023.

Vit hoyrdu fyrilestur um “Mítt lív við autismu”, sum m.a. var um: Fyrstu ferð eg varnaðist, at mín heili var øðrvísi. Truplu tannárini og ungdómsárini o.a.
Harnæst varð sjálvur aðalfundurin hildin sambært viðtøkum felagsins.
Forkvinnan í Autismufelagnum legði ársfrágreiðing felagsins fram, ið útgreinar, hvat nevndin hevur arbeitt við seinasta árið. Tað hava verið 7 nevndarfundir í 2022/2023, umframt at nevndin bæði hevur samskift nógv millum fundirnar og hevur luttikið á fleiri fundum við aðrar mynduleikar.

Greitt var frá, hvussu arbeitt hevur verið við fylgjandi evnum:
• Autismufelagið á fíggjarlógini
• ADHD-/ Autismuvegleiðingin
• Tann góða tilgongdin
• Bú- og umlættingarstovnar
• Frítíðartilboð
• Fyrilestrar várið 2023
• SIKON
• Spælival
• Systkinaskeið
• Autismukafe
• Autismudagurin
• Tiltøk
• Feløg, stovnar og felagsskapir vilja skapa karmar fyri fólk við autismu
• Stuðul og gávur til Autismufelagið
• Annað virksemi

Jónrit Halling, Djóni á Boðanesi og Elsbeth Joensen ynsktu ikki at halda fram í nevndini, so 3 nýggir nevndarlimir skuldu finnast. Tey, ið játtaðu at stilla upp vóru Gunnvá Staksberg, Jóhann Rubek Nielsen og Linda Frederiksberg. Tey blivu vald í nevndina.
Elsbeth Joensen og Bartal Højgaard stillaðu upp sum tiltakslimir.
Á fundi 28. mars skipaði nevndin seg soleiðis:
Forkvinna: Gyða Johansen
Næstforkvinna: Gunnvá Staksberg
Skrivari: Beinta Tórsdóttir Johannessen
Kassameistari: Randi Durhuus
Nevndarlimur: Malan Wacher
Nevndarlimur: Jóhann Rubek Nielsen
Nevndarlimur: Linda Frederiksberg
Tiltakslimur: Elsbeth Arnadóttir
Tiltakslimur: Bartal Højgaard

Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, og at umboða tey við autismu í almenna rúminum. Felagið virkar fyri, at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, soleiðis at tilveran hjá teimum við autismu kann gerast góð og trygg. Eisini er týdningarmikið hjá felagnum at skapa samband millum fólk við autismu og millum teirra avvarðandi. Royndir vísa, at avvarðandi at børnum, ið júst hava fingið eina diagnosu innan autismuspektrið, kunnu fáa stórt gagn av at gerast partur av einum netverki í Autismufelagnum, har tey sanna, at tey standa ikki einsamøll.

Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann gerast her á síðuni við at velja “Gerst limur”.

Vinaligar heilsanir
Nevndin í Autismufelagnum