Aðalfundur hjá Autismufelagnum, 2018

Leygardagin 17. mars 2018 kl 9.30 á Parnassinum á Hotel Hafnia

Góðu limir!
Boðað verður frá, at aðalfundur felagsins verður leygardagin 17. mars kl 9.30 á Hotel Hafnia, Tórshavn.

Fyrbils skrá fyri dagin:

  • 09.30: Vit møtast til ein góðan morgunmat
  • 10.00: Aðalfundur sambært viðtøkum felagsins

Eftir aðalfundin hevur forkvinnan í Landsforeningen Autisme Heidi Thamestrup  áhugaverdan fyrilestur. Og við enda við einum løttum ábiti, har høvi verður at tosa saman.

Aðalfundurin er bert fyri limir.

Ert tú ikki limur, ber til at melda teg inn í felagið her.

Vinarliga boða frá luttøku á tlf 509031 ella á teldupost tilmelding@autisma.fo í seinasta lagi 10. mars kl 12.00.

Skráin fyri aðalfundin er hendan:

  1. Val av orðstýrara
  2. Formansfrágreiðing
  3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
  4. Viðgerð av møguligum innkomnum uppskotum frá limunum
  5. Viðgerð av møguligum innkomnum uppskotum frá nevndini
  6. Val av nevndarlimum
  7. Val av grannskoðara
  8. Ymiskt

Hesaferð eru 2 nevndarlimir, sum standa fyri vali, og eru tað Aimi Justinussen og Randi Durhuus. Randi Durhuus tekur við afturvali. Aimi Justinussen stillar ikki upp aftur til nevndina. Tað stendur einum og hvørjum í boði at koma við uppskoti til nevndarlimir.
Uppskot til valevni, saman við játtan frá valevnunum, skulu vera forkvinnuni í hendi í seinasta lagi leygardagin 3. mars 2018, á autisma@autisma.fo.

Við vón um góða undirtøku til aðalfundin

Vinarliga

Vegna nevndina í Autismufelagnum
Heidi Aagaard, forkvinna
Tlf 509031 – autisma@autisma.fo