Góðu limir
Aðalfundur felagsins verður leygardagin 16. mars 2024 kl 12 á Hotel Hafnia, 5. hædd (Parnass´ið), Áarvegur 8, Tórshavn.
Fyribils skráin fyri aðalfundin er henda (vegleiðandi tíðir):
12:00 Fyrilestur
13.00 Miðmáli – smyrjibreyð
13.45 Aðalfundur sambært viðtøkum felagsins
Vinaliga boða frá luttøku við telduposti til tilmelding@autisma.fo í seinasta lagi mánadagin 11. mars 2024.
Nýggir limir eru sjálvandi altíð vælkomnir – til ber at tekna seg sum lim á heimasíðuni og síðan at boða frá luttøku til aðalfundin (sí omanfyri).
Sambært viðtøkunum, skulu uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, vera forkvinnuni í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin tvs. í seinasta lagi leygardagin 2. mars 2024. Uppskot skulu sendast til autisma@autisma.fo
Tríggir nevndarlimir standa fyri vali hesuferð – tær eru Beinta T. Johannessen, Malan Wacher og Randi Durhuus. Malan tekur ikki við afturvali.
Harafturat standa 2 tiltakslimir fyri vali hvørt ár.
Fyri at stilla upp til nevndina sum nevndarlimur ella tiltakslimur skal ein hava verið limur í felagnum í minsta lagi 6 mánaðir.
Øll eru hjartaliga vælkomin at stilla upp.
Sambært viðtøkunum skulu uppskot til valevnir, saman við játtan frá valevninum, vera forkvinnuni í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin tvs. í seinasta lagi leygardagin 2. mars 2024. Uppskot skulu sendast til autisma@autisma.fo.
Vit gleða okkum at síggja nógvar limir til aðalfundin.