Aðalfundur avgreiddur og nevndin hevur skipað seg

Autismufelagið hevði sín árliga aðalfund leygardagin 26. mars 2022

Maybritt við Strond, PD í logopedi helt fyrilestur við heitinum Gerandisdagurin og hjálparamboð. Maybritt greiddi hegnsliga frá um talgildar samskiftishættir, ið kunnu lætta um hjá fólkum við autismu, í eitt nú skúlaskipanini og á arbeiðsmarknaðinum.

Harnæst varð sjálvur aðalfundurin hildin sambært viðtøkunum.

Forkvinnan í Autismufelagnum legði ársfrágreiðing felagsins fram, ið útgreinar, hvat nevndin hevur arbeitt við seinasta árið. Tað hava verið 7 nevndarfundir í 2021/2022, umframt at nevndin bæði hevur samskift nógv millum fundirnar og hevur luttikið á fleiri fundum við aðrar myndugleikar.

 

Greitt var frá, hvussu arbeitt hevur verið við fylgjandi evnum:

​​Autismufelagið – nú á fíggjarlógini

ADHD-/Autismuvegleiðingin

Tann góða tilgongdin

Heimaráðgevingin – Almannaverkið

Sernám og Barna- og ungdómspsykiatriin

Hagtøl

Psykiatriski depilin (vaksnamannapsykiatriin)

Bú- og umlættingarstovnur

Autismuflokkurin á Glasi

Stuðul og gávur til Autismufelagið

Annað virksemi

 

Tiltøk, sum vit hava skipað fyri og luttikið á: Systkinaskeið, autismukafe, autismudagurin, altjóða sálarheilsudagur, føðingardagur hjá MEGD, SIKON, autismuráðstevna í Danmark.

 

Jónrit Halling og Randi Durhuus tóku við afturvali. Eingin annar stillaði upp til nevndina. Tær vóru harvið afturvaldar. Beinta Tórsdóttir Johannessen og Malan Wacher hava verið tiltakslimir, og valdu at stilla upp sum fastur limur í nevndini. Eingin stillaði upp ímóti teimum, og vórðu tær harvið valdar sum limir í nevndini.

Tá freistin var farin at bjóða seg fram hevði eingin stillað upp til at gerast tiltakslimur. Nevndin hevði tí heitt á Elsbeth Joensen og Bartal Højgaard, ið játtaðu at verða tiltakslimir.

 

Á fundi 9. mai skipaði nevndin seg soleiðis:

Forkvinna: Jónrit Halling

Næstformaður: Djóni á Boðanesi

Skrivari: Beinta Tórsdóttir Johannessen

Kassameistari: Randi Durhuus

Nevndarlimur: Gyða Johansen

Nevndarlimur: Malan Wacher

Nevndarlimur: Elsbeth Joensen

Tiltakslimur: Bartal Højgaard

 

Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, og at umboða tey við autismu í almenna rúminum. Felagið virkar fyri, at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, soleiðis at tilveran hjá teimum við autismu kann gerast góð og trygg. Eisini er týdningarmikið hjá felagnum at skapa samband millum fólk við autismu og millum teirra avvarðandi. Royndir vísa, at avvarðandi at børnum, ið júst hava fingið eina diagnosu innan autismuspektrið, kunnu fáa stórt gagn av at gerast partur av einum netverki í Autismufelagnum, har tey sanna, at tey standa ikki einsamøll.

 

Tað er lætt og einfalt at tekna seg sum lim í Autismufelagnum. Hetta kann gerast her á síðuni við at velja Gerst limur.

 

Vinarligar heilsanir

Nevndin í Autismufelagnum