Góðu limir
Aðalfundur felagsins verður leygardagin 18. mars 2023 kl 12 á Hotel Hafnia.
Skráin fyri aðalfundin er hendan (vegleiðandi tíðir):
12:00 Lætt ábit
12.45 Fyrilestur – Mítt lív við autismu
13.30 Aðalfundur sambært viðtøkum felagsins
Vinaliga boða frá luttøku við telduposti til tilmelding@autisma.fo í seinasta lagi týsdagin 14. mars 2023.
Nýggir limir eru sjálvandi altíð vælkomnir – til ber at tekna seg sum lim á heimasíðuni https://autisma.fo/um/gerst-limur/ og síðan at boða frá luttøku til aðalfundin. (sí omanfyri).
Sambært viðtøkunum, skulu uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, vera forkvinnuni í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin tvs. í seinasta lagi leygardagin 4. mars 2023. Uppskot skulu sendast til autisma@autisma.fo
4 nevndarlimir standa fyri vali hesuferð – Gyða Johannesen stillar upp aftur.
Tí tørvar okkum 3 nýggjar nevndarlimir og harafturat 2 tiltakslimir. Øll, sum hava verið limur í 6 mðr, eru hjartaliga vælkomin at stilla upp.