Aðalfundur 2021

Góðu limir

Aðalfundur felagsins verður leygardagin 20. mars 2021 kl 10 á Hotel Hafnia.

 

Fyribils skráin fyri aðalfundin er henda (vegleiðandi tíðir):

10:00 Felags morgunmatur
10.30 Fyrilestur “Autisma og systkin” við Onnu Sofíu Egilstrøð og Anju Djurhuus,          autismuráðgevum

12.00 Aðalfundur sambært viðtøkum felagsins
13.00 Lætt ábit

Vinarliga boða frá luttøku við telduposti til tilmelding@autisma.fo í seinasta lagi mikudagin 17. mars 2021.

Nýggir limir eru sjálvandi altíð vælkomnir – til ber at tekna seg sum lim á heimasíðuni og síðan at boða frá luttøku til aðalfundinum (sí omanfyri).

Sambært viðtøkunum, skulu uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, vera forkvinnuni í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin tvs. í seinasta lagi leygardagin 6. mars 2021. Uppskot skulu sendast til autisma@autisma.fo

Tríggir nevndarlimir standa fyri vali hesuferð – tey eru Heidi Aagaard, næstforkvinna, Jørmund Foldbo, skrivari og Durita Bjellvåg, nevndarlimur. Tey hava øll valt ikki at stilla upp aftur.

Jónrit Halling, forkvinna og Randi Durhuus, kassameistari standa ikki fyri vali hesuferð.

Tí tørvar okkum 3 nýggjar nevndarlimir og harafturat 2 eykalimir. Øll eru hjartaliga vælkomin at stilla upp.

Sambært viðtøkunum skulu uppskot til valevnir, saman við játtan frá valevninum, vera forkvinnuni í hendi í seinast lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin tvs. í seinasta lagi leygardagin 6. mars 2021. Uppskot skulu sendast til autisma@autisma.fo.

Vinarliga

Nevndin