Góðu limir
Sum áður fráboðað, varð aðalfundur okkara, sum skuldi vera leygardagin 14. mars 2020 á Hotel Hafnia, útsettur vegna Korona.
Vit gera nú eina nýggja roynd og bjóðað verður til aðalfund leygardagin 6. juni 2020 kl 10.00 á Hotel Hafnia.
Fyribils skráin fyri aðalfundin er henda (vegleiðandi tíðir):
10:00 Felags morgunmatur
10.30 Fyrilestur við Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, autismuráðgeva – evnið er sansaórógv og skermur
12.00 Aðalfundur sambært viðtøkum felagsins
13.00 Lætt ábit
Vinarliga boða frá luttøku við telduposti til tilmelding@autisma.fo í seinasta lagi mánadagin 1. juni 2020.
Um tú kennir onkran, sum ynskir at gerast limur í Autismufelagnum, ert tú vælkomin at siga teimum, at møguleiki er at melda seg sum lim á aðalfundinum 6. juni 2020. Bið tey senda okkum tilmelding til aðalfundin í seinasta lagi mánadagin 1. juni 2020 við telduposti til tilmelding@autisma.fo.
Vinalig heilsan
Nevndin