Tilmelding – Útferð til Tjørnuvíkar 2. sept 2019

Góðu limir
Nú er tíð at melda seg til árligu útferðina til Tjørnuvík, sum í ár verður sunnudagin 2. september. Vit hittast í Tjørnuvík kl 13, og eins og undanfarin ár hava vit pylsuvognin við:)
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til tilmelding@autisma.fo – freistin er mikudagin 29. august. Vit vóna at síggja nógv fólk, og at veðrið verður av tí fagrasta.
Um onkur hevur hug at baka eitthvørt til tiltakið, heilsa vit tí vælkomið:)
Vit síggjast:)
Vinarliga
Nevndin