Felagið skipar av og á fyri felags morgunmati
Hetta plagar at vera ein hugnalig løta og eitt gott høvi at hitta og deila royndir við onnur foreldur. Eisini er møguleiki at hitta nevndina í felagnum. Vit í nevndini ynskja at hoyra, hvat rørir seg millum okkara limir.
Nærri kunning um nær felags morgunmatur verður aftur, kemur væntandi í apríl/mai.
Vinaliga
Nevndin í Autismufelagnum.