Um felagið

Autismufelagið er eitt áhugafelag fyri tey við autismu og teirra avvarðandi.  

Nevndararbeiðið og arbeiðið í felagnum er í høvuðsheitum sjálvboðið.

Autismufelagið er eitt av feløgunum í MEGD

Endamál

  • at kunna um autismu og teir trupulleikar, brekið viðførir
  • at vera almenna røddin fyri fólk við autismu mótvegis samfelagnum og myndugleikunum
  • at virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg
  • at fylgja við vitan innan autismuøkið
  • at skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu

Limatal

Tað eru á leið 400 limir í felagnum í løtuni. Hesi eru foreldur, onnur avvarðandi, fakfólk, stovnar, feløg og skúlar.

Tiltøk

Felagið skipar vanliga fyri hesum tiltøkum:

  • Foreldramorgunmatur
    Umleið 4 ferðir um árið hittast vit til ein morgunmat og tosa saman um okkara felags áhugamál. Vanliga eru vit 20-30 fólk, mest foreldur, verjar og onnur, ið varða av.
    Hetta er eitt limatiltak.
  • Autismukafe
    Átta til tíggju ferðir um árið er autismukafe fyri vaksin við autismu, har prátað verður um ymisk evni, ið ávirka gerandisdagin, so sum áhugamál, arbeiði og familjulív.
  • Grilldagur
    Eina ferð um árið hava vit ein grilldag fyri limir við og uttan familju.
  • Jólahald
    Árliga jólahaldið er fyri limir við familju.
  • Fyrilestrar og skeið
    Umframt hetta skipar felagið javnan fyri ymsum fyrilestrum og skeiðum.
  • Autismuvegleiðing
    Felagið hevur saman við ADHD-felagnum eina vegleiðing, har limir kunnu ráðføra seg um rættandi og truplar spurningar.

NÝGGJASTU TILTØK

TILTØK - MEST LISIÐ