Viðtøkur fyri Autismufelagið

1§ 1 Navn felagsins
Navn felagsins er Autismufelagið, og heimstaður tess er bústaðurin hjá MEGD. Felagið er eitt áhugafelag.

§ 2 Endamál:
Endamál felagsins er

  • at kunna um autismu og teir trupulleikar, brekið viðførir
  • at vera almenna røddin fyri fólk við autismu mótvegis samfelagnum og myndugleikunum
  • at virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg
  • at fylgja við vitan innan autismuøkið
  • at skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu

§ 3 Limir:
Øll kunnu gerast limir. Um limur ynskir at melda seg úr felagnum, skal hetta gerast skrivliga.

§ 4 Limagjald
Limagjaldið verður ásett av aðalfundinum. Limagjaldið verður goldið til felagið.

§ 5 Aðalfundurin
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki, og verður hann hildin eina ferð um árið fyri 1. apríl.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin metir tað neyðugt, ella tá ið minst 1/3 av limunum ynskja tað við skrivligari fráboðan til nevndina.

Boð um aðalfund og eykaaðalfund skulu sendast limunum 3 vikur frammanundan. Nevndin kann í serligum førum víkja frá hesi freist í sambandi við eykaaðalfund. Krevja limir eykaaðalfund, skulu boð um fundin sendast limunum áðrenn 14 dagar eru gingnir eftir, at boðini eru komin. Eykaaðalfundur skal tó haldast í seinasta lagi 30 dagar eftir, at kravið um eykaaðalfund er sent nevndini.

Uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, skulu vera formanninum í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin.

Uppskot til valevnir, saman við játtan frá valevninum, skulu vera formanninum í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin.

Uppskot til grannskoðara/roknskaparkønan at gera roknskap felagsins, skal vera formanninum í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin og verður upplýst limunum, saman við kunning um aðalfundin.

§ 6 Skrá fyri aðalfundin:

  1. Val av orðstýrara
  2. Formaðurin leggur fram ársfrágreiðing
  3. Kassameistarin leggur fram roknskap felagsins
  4. Ásetan av limagjaldi
  5. Viðgerð av møguligum innkomnum uppskotum frá limunum
  6. Viðgerð av møguligum innkomnum uppskotum frá nevndini
  7. Val av nevndarlimum
  8. Val av grannskoðara/roknskaparkønum at gera roknskap felagsins
  9. Ymiskt

Orðstýrarin avger, hvussu fundurin og valið fara fram. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.

Uppskot til broyting av viðtøkum felagsins kunnu tó bert fáa gildi, um 2/3 av givnum atkvøðum eru fyri hesum. Um hetta ikki eydnast, kann málið leggjast fyri ein eykaaðalfund. Á eykaaðalfundi verður vanligur meiriluti galdandi.

Fundarfrágreiðing verður skrivað frá aðalfundinum.

§ 7 Nevndin
Nevndin telur íalt 7 limir. Nevndin verður vald fyri 2 ár og kann afturveljast. Aðruhvørja ferð standa fyri vali 3 og aðruhvørja ferð 4 nevndarlimir.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, kassameistara, skrivara, trimum nevndarlimum og 1-2 tiltakslimum. Tiltakslimir verða valdir á hvørjum ári.
Nevndin kann biðja um serkøna hjálp at arbeiða við ávísum málum, um neyðugt við samsýning.
Fyri at stilla upp til nevndina sum nevndarlimur ella tiltakslimur skal ein hava verið limur í felagnum í minsta lagi 6 mánaðir.

§ 8 Nevndarfundir
Nevndarfundir verða hildnir minst 6 ferðir um árið. Fundarfrágreiðing verður skrivað av hvørjum nevndarfundi og send til nevndarlimirnar.

§ 9 Roknskapur
Felagið verður teknað av formanni og kassameistara. Roknskaparárið er álmanakkaárið. Roknskapur felagsins, frá grannskoðara/roknskaparkønum, skal seinast 14 dagar áðrenn aðalfundin vera nevndini í hendi.

§ 10 Avtøka av felagnum
Uppskot um avgerð at taka felagið av kann bert koma undir atkvøðu á einum aðalfundi við avtøku á skránni. Í minsta lagi 3⁄4 av limunum skulu atkvøða fyri hesum.
Um meiriluti ikki verður fyri avtøku, skal innan 1 mánað boð verða send um eykaaðalfund, har tað tá er vanligur meiriluti galdandi.
Verður felagið avtikið, tekur aðalfundurin støðu til, hvat gerast skal við ognirnar.
Soleiðis samtykt á stovnandi aðalfundi í Tórshavn hin 8. desember 1990.
Góðkent á Landsforeningens bestyrelsesmøde hin 19. januar 1991.
Broytt og samtykt á aðalfundi hin 13. mars 2004, á aðalfundi hin 28. februar 2015, á aðalfundi hin 6. juni 2020 og á aðalfundi hin 20. mars 2021.
Broytt og samtykt á aðalfundi hin 26. mars 2022.