Aðalfundur 2022

Góðu limir

Aðalfundur felagsins verður leygardagin 26. mars 2022 kl 11 á Hotel Hilton Garden Inn, Staravegur 13, Tórshavn.

 

 

 

 

Fyribils skráin fyri aðalfundin er henda (vegleiðandi tíðir):

11:00 Fyrilestur (evn kemur seinni)

12.30 Miðmáli

13.30 Aðalfundur sambært viðtøkum felagsins

Vinaliga boða frá luttøku við telduposti til tilmelding@autisma.fo í seinasta lagi hósdagin 17.mars 2022.

Nýggir limir eru sjálvandi altíð vælkomnir – til ber at tekna seg sum lim á heimasíðuni og síðan at boða frá luttøku til aðalfundin (sí omanfyri).

 

Sambært viðtøkunum, skulu uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, vera forkvinnuni í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin tvs. í seinasta lagi leygardagin 12. mars 2022. Uppskot skulu sendast til autisma@autisma.fo

 

Tveir nevndarlimir standa fyri vali hesuferð – tær eru Jónrit Halling, forkvinna og Randi Durhuus, kassameistari. Tær stilla báðar upp aftur.

Harafturat standa 2 tiltakslimir fyri vali hvørt ár.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin at stilla upp. Sambært viðtøkunum skulu uppskot til valevnir, saman við játtan frá valevninum, vera forkvinnuni í hendi í seinast lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin tvs. í seinasta lagi leygardagin 12. mars 2022. Uppskot skulu sendast til autisma@autisma.fo.

 

Vinaliga

Nevndin