452 km fyri Autismufelagið

Hjálp mær at hjálpa.

Havi sett mær fyri at savna pening inn til Autismufelagið. Fyri at røkka hesum málinum havi eg eisini brúk fyri tínari hjálp.

Ætli at savna pening inn við at royna at gjøgnumføra ein dupultan IronMan, sum er tilsamans 452 kilometrar. Ein dupultur IronMan er samansettur av:
• 7,6 kilometrar svimjing
• 360 kilometrar súkkling
• 84 kilometrar renning (tvey Marathon)

452 kilometrar royni eg at gjøgnumføra í viku 24 og hettar verður í Føroyum og byrja verður í svimjihøllini í Gundadali har eg fyrst svimji 7.6 km. Síðani verður súkkla 360 km á Streymoynni og Eysturoynni, áðrenn runni verður 84 km frá Oyrabakka og til Tórsbreyt har teir seinastur kilometararnir vera runnir. Hettar er ein dupultur Ironman til longdar. Hettar skal gerast uttan steðg. Tað ber til at fylgja við á Facebook tá “projektið” fer í gongd.

Um tit ynskja at hjálpa kunnu tit flyta eina peningagávu til konto hjá Autismufelagnum: 6460 1586787

TAKK FYRI STUÐULIN

Elmar Ósa