452 km fyri Autismufelagið gav 546.618,16 krónur

“Hjálp mær at hjálpa Autismufelagnum”
Elmar megnaði at gjøgnumføra ein dupultan IronMan. Hetta sigur okkum nógv um hansara likamligu og sálarligu styrki. Elmar valdi at brúka hetta megnar avrikið til eitt stuðulstiltak fyri Autismufelagið. Hetta fortelur okkum, at aftan fyri likamligu styrkina slær eitt heitt hjarta, ið setir tørvin hjá familjum, har autisma er partur av gerandisdegnum, í miðdepilin.

Tað var ein kensluborin løta, tá Elmar Ósa rann síðstu umførini á Tórsbreyt. Næstsíðsta umfar fingu øll høvið at renna við. Síðsta umfar ynskti hann at renna einsamallur, fyri síðani at møta konuni og soninum á mállinjuni.

Autismufelagið vil fegin veita eina hjartans tøkk. Fyrst takk til Elmar, at tú valdi at stuðla felagnum við tínum bragdi. Takk til familjuna fyri tann stuðul, tit hava veitt honum. Og takk til tykkum mongu, ið tóku undir við ynskinum hjá Elmari at stuðla Autismufelagnum.

Inn komu 546.618,16 krónur frá umleið 50 fyritøkum og stovnum og umleið 1.000 persónligum gávum. Vit í felagnum eru errin av stórfingna stuðlinum, men samstundis eyðmjúk. Vit fara nú at viðgera, hvussu hesin peningur á bestan hátt kann gagna teimum familjum, har autisma er partur av gerandisdegnum, so sum Elmar eisini ynskti tað.

Hjartaliga takk – øll somul!!

Autismufelagið