Gerst limur

Vilt tú gerast limur í Autismufelagnum, kanst tú skráseta teg sum lim á hesi leinki. Árliga limagjaldið er 350 kr. Øll eru vælkomin at gerast limir.

Endamálið við Autismufelagnum er:

  • At upplýsa um autismu og teir trupulleikar, ið brekið viðførir.
  • At umboða fólk við autismu mótvegis samfelagnum og stovnum.
  • At virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg.
  • At fylgja við gransking og viðgerð.
  • At skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu.

Føroyska Autismufelagið er partur av Landsforeningen Autisme. Fyri at gerast limur í føroyska Autismufelagnum skalt tú skráseta teg sum lim á heimasíðuni hjá Landsforeningen Autisme við at trýsta á niðanfyristandandi knøtt.

TILTØK - MEST LISIÐ