Um felagið

Autismufelagið er áhugafelagið hjá teimum, sum hava autismu, ella á einhvønn hátt vara av fólki, ið bera brekið autismu.

Alt nevndararbeiði og arbeiði í felagnum annars er sjálvboðið, – uttan samsýning. Hetta eru vanliga foreldur at børnum við autismu, ið frammanundan hava ein strævnan og krevjandi gerandisdag.

Autismufelagið er eitt av feløgunum í MBF . Felagið er eisini limur í danska felagnum, .

Endamál

  • At upplýsa um autismu og teir trupulleikar, ið brekið viðførir.
  • At umboða fólk við autismu mótvegis samfelagnum og stovnum.
  • At virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg.
  • At fylgja við gransking og viðgerð.
  • At skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu.

Limatal

Tað eru á leið 150 limir í felagnum í løtuni. Hesi eru foreldur, onnur avvarðandi, fakfólk, stovnar, feløg og skúlar.

Tiltøk

Felagið skipar vanliga fyri hesum tiltøkum:

  • Felags morgunmatur
    Umleið 4 ferðir um árið hittast vit til ein morgunmat og tosa saman um okkara felags áhugamál. Vanliga eru vit 20-30 fólk, mest foreldur og onnur avvarðandi at fólki, ið bera brekið autisma.
    Allir limir eru vælkomnir.
  • Útferð
    Skipað verður fyri eini árligari útferð fyri alla familjuna.
  • Grilldagur
    Eina ferð um árið hava vit ein grilldag, har øll familjan er vælkomin.
  • Jólahald
    Árliga jólahaldið er eisini fyri alla familjuna.
  • Annað
    Umframt hetta, brúka fleiri limir nógva tíð at tosa við og ráðgeva fólki, ið nýliga hava fingið staðfest, at barn teirra ber brekið autismu. Eisini luttaka vit á fundum og ráðstevnum uttanlands, í ávísan mun.

TILTØK - MEST LISIÐ