Mýtur og fakta

Mýtur og fakta

Nógvar mýtur eru um autismu. Hetta ger, at fólk mangan hava skeiva fatan av, hvat autisma er. Nógv halda, at tey sum hava autismu eru líka sum Dustin Hoffman í kenda filiminum Rain Man frá 1988. Men hetta er ein mýta, tí tað eru sera fá fólk við autismu, ið eru soleiðis.

Vit hava savnað nakrar mýtur og fakta um autismu niðanfyri.

Mýta: Øll fólk við autismu hava serligar førleikar eins og Dustin Hoffman í filminum Rain Man.

Fakta: Hetta er ein misfatan. Fólk við autismu, sum hava serligar førleikar kallast “savants” og tað eru einans umleið 25 fólk ella “Savants” í heiminum. Fólk við autismu hava ofta eginleikan til at hugsavna seg um eitt ávíst evni í langa tíð í senn. Hesin førleiki, at hugsavna seg um eitt ávíst evni í langa tíð, kann verða við til at gera tey til serfrøðingar innan eitt ávist øki eitt nú støddfrøði. Men tað eru eisini fólk við autismu, ið hava innlæringstrupulleikar og eru óhjálpin á ymsan hátt. Tí er tað ein skeiv fatan at halda, at øll við autismu hava serligar førleikar ella eru serfrøðingar innan eitt ávíst øki.

Mýta: Asperger’s syndrom er uppfunnið sum ein umbering hjá foreldrum, ið hava óuppdrigin børn.

Fakta: Asperger’s syndrom er eitt menningarórógv innan autismu, ið hevur serligar avbjóðingar innan sosialt samspæl við onnur m.a. orsakað av samskiftis- og fatanartrupulleikum. Børn við Asperger’s syndrom fáa ofta diagnosuna seinni enn onnur børn við autismu og ein orsøk til tað er, at Asperger’s syndrom vísir seg ofta ikki fyrr enn umleið 10-11 ára aldrinum. Um børn við Asperger’s syndrom ikki fáa staðfest diagnosuna Asperger’s syndrom og fáa stuðul og hjálp til teirra avbjóðingar kann tað hava álvarsliga og oyðileggjandi avleiðingar á teirra lív og lívskvalitet.

Mýta: Autisma er ein sjúka.Fakta: Autisma er ikki ein sjúka, men eitt menningarórógv. Menningarórógvið er torskilt, tí tað kann bæði grundast á øðrvísi menning av heilanum og øðrum biologiskum faktorum.
Mýta: Tað eru bert børn, sum hava autismu, men tey veksa frá tí.

Fakta: Autisma er eitt lívlangt menningarórógv, sum ikki kann lekjast. Børn við autismu veksa og verða tí til vaksin fólk við autismu.
Mýta: Eitt menniksja við autismu kann ikki læra nakað.

Fakta: Um eitt barn við autismu fær røttu hjálp og stuðul, so kann tað sum vaksin megna at gagnýta sínar førleikar fult út og harvið luttaka í samfelagnum bæði í skúla og á arbeiðsmarknaðinum.

Mýta: Eitt menniskja við autismu ynskir als ikki nakra sosiala samveru við onnur.

Fakta: Fólk við autismu ynskja ofta at hava vinir, men tey hava tað trupult við at fáa vinir, tí tey ofta hava tað trupult við sosialum støðum.

Mýta: Orsøkin til autismu er umsorganarsvik og foreldur, sum viðfara síni børn illa. 

Fakta: Autisma hevur als onki at gera við uppaling ella hvussu foreldur viðfara síni børn. Autisma er eitt viðføtt menningarórógv, ið ein ikki kann gerast frískur av.

Mýta: Fólk við autismu hava als ongar kenslur. Fakta: Fólk við autismu hava ofta nógvar kenslur og harvið sera kensluborin, men tey hava ofta trupult við at vísa kenslur á sama hátt sum onnur.
Mýta: Fólk við autismu hava onki hugflog.

Fakta: Fólk við autismu hava ofta sera gott hugflog og kunnu ofta skapa sær eina fantasiverð. Men tey kunnu hava trupult við at ímynda sær støður, ið tey ikki hava roynt ella verið í áður. Fólk við autismu eru ógvuliga bókstavilig og tí hava tey trupult, tá vit onnur tosa abstrakt ella nýta myndamál – tey skilja illa ironi og gátur.