Netverksbólkar

Autismufelagið ynskir at skapa trivna og netverk millum foreldur í felagnum. Tí skipa vit fyri netverksbólkum, har foreldur at børnum í sama aldri og diagnosu, hittast heima hjá hvørjum øðrum.

Um tú ynskir at luttaka, vinarliga send okkum ein teldupost til autisma@autisma.fo við hesum upplýsingum:

- Navn á foreldrum
- Navn á barni við diagnosu
- Aldur og kyn á barni við diagnosu
- Navn á diagnosu, ella eina stutta lýsing av, hvussu barnið við diagnosu klárar seg, og hvar tað liggur á autismu-spektrinum
- Bústað og telefonnr
- Um bæði foreldrini ynskja at luttaka
- Um til ber at ferðast/koyra til onnur øki í landinum til netverksbólk, um neyðugt

Vit seta netverksbólkarnir saman eftir bestu sannføring, sambært okkara royndum. Royndirnar eru, at best er, um aldursmunurin á børnunum ikki er alt ov stórur, og at tey eru á leið sama støði í autismu-spektrinum.

Vinarlig heilsan

Nevndin fyri Autismufelagið