Tiltøk

Jólahaldið verður 3. desember kl 15 – 17

Sunnudagin 3. desember kl 15 verður árliga jólahaldið hjá Autismufelagnum. Tiltakið verður á Verkstaðnum Vón, Hóvabrekka 1, Argir.

Vinarliga boða frá luttøku á autisma@autisma.fo, í seinasta lagi mánadgin 27. november, kl 12.00.

Við tekning, skal sigast frá, hvussu nógv vaksin og børn koma, hvussu børnini eita, eisini eftirnavn (hettar vegna jólaposar til børnini)

Vinarliga,

Nevndin í Autismufelagnum.

Um onkur er, sum hevur hug at luttaka, men enn ikki er limur í felagnum, kunnu tit melda tykkum inn í felagið á leinkjuni niðanfyri:
http://www.autismeforening.dk/indmeld2.aspx?aid=&u=388&sid=388&linkId=5


Altjóða Autismudagur, 2. apríl.

Í Føroyum verður varpað ljós á hendan dag við ymsum átøkum:

- Appilsinlittir puslibrikkar verða settir á Tinghúsvøllin
- Bygningar og øki verða lýst upp við appilsingulum ljósi
- Kringvarpið sýnir sendingar og film, sum viðvíkja autismu
- KVINNA.fo varpar ljós á autismu við hesi grein - LES HER.
- Fólk kunnu merkja sína vangamynd við eyðkenda appilsinlitta puslibrikkinum, eru í appilsinlittum klæðum, neglalakki o.s.fr.

Tykkum øllum verður ynskt ein góðan Altjóða Autismudag.
Felagið takkar øllum, ið vildu vera við til at varpa ljós á dagin saman við okkum.

Vinarliga, nevndin

 


Aðalfundur hjá Autismufelagnum, 2017

Leygardagin 11. mars 2017 kl 9.30, á Parnassinum á Hotel Hafnia

Góðu limir!
Boðað verður frá, at aðalfundur felagsins verður leygardagin 11. mars kl 9.30 á Hotel Hafnia, Tórshavn.

Skrá fyri dagin:

09.30: Vit møtast til ein góðan morgunmat
10.00: Fyrilestrar: Umboð frá miðnámsskúlum og frá Almannaverkinum koma at fortelja um møguleikar hjá fólki við autismu at taka miðnámsskúla-útbúgving.
11.30: Aðalfundur sambært viðtøkum felagsins
12.30: Lætt ábit

Aðalfundurin er bert fyri limir.

Ert tú ikki limur, ber til at melda teg inn í felagið á leinkjuni niðanfyri:

http://www.autismeforening.dk/indmeld2.aspx?aid=&u=388&sid=388&linkId=5

Vinarliga boða frá luttøku á tlf 509031 ella á teldupost autisma@autisma.fo, í seinasta lagi 9. mars kl 12.00.

Skráin fyri aðalfundin er hendan:

1. Val av orðstýrara
2. Formansfrágreiðing
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap
4. Viðgerð av møguligum innkomnum uppskotum frá limunum
5. Viðgerð av møguligum innkomnum uppskotum frá nevndini
6. Val av nevndarlimum
7. Val av grannskoðara
8. Ymiskt

Hesaferð eru 3 nevndarlimir, sum standa fyri vali, og eru tað Heidi Aagaard, Heidi Vatnsdal og Kaj Wacher. Heidi Aargaard tekur við afturvali. Heidi Vatnsdal og Kaj Wacher stilla ikki upp aftur til nevndina. Tað stendur einum og hvørjum í boði at koma við uppskoti til nevndarlimir.

Uppskot til valevni, saman við játtan frá valevnunum, skulu vera forkvinnuni í hendi í seinasta lagi leygardagin 25. februar 2017, á autisma@autisma.fo

Við vón um góða undirtøku til aðalfundin

Vinarliga

Vegna nevndina í Autismufelagnum
Heidi Aagaard, forkvinna
Tlf 509031 - autisma@autisma.fo


 

Morgunmatur fyri foreldur, í MBF húsinum, 18. februar kl 10.00

Hans Jón Thomsen, stjóri í Hoyvíkar Skúla, hevur fyrilestur.

Leygarmorgunin 18. februar kl 10 verður felags morgunmatur fyri foreldur í Autismufelagnum. Hans Jón Thomsen, skúlastjóri í Hoyvíkar Skúla, kemur at hava ein fyrilestur um serskúlatilboðið í Hoyvíkar skúla. Somuleiðis hugleiðir hann um skúlaskipanina og tankar um, hvussu skúlin á bestan hátt hjálpir og stuðlar børnum við autismu.

Hetta plagar at vera ein hugnalig løta og eitt gott høvi at hitta og deila royndir við onnur foreldur. Eisini verður møguleiki at hitta nevndina í felagnum. Vit í nevndini ynskja at hoyra, hvat rørir seg millum okkara limir.

Vinarliga sigið frá á autisma@autisma.fo um tú/tit ynskja at luttaka, seinast hósdagin 16. februar 2017, kl 12.00.

Vinarliga Nevndin í Autismufelagnum.

Um onkur er, sum hevur hug at luttaka, men enn ikki er limur í felagnum, kunnu tit melda tykkum inn í felagið á leinkjuni niðanfyri:
http://www.autismeforening.dk/indmeld2.aspx?aid=&u=388&sid=388&linkId=5


 

jolahald-2016


Morgunmatur fyri foreldur, 27. august 2016, í Posthúskjallaranum

Leygarmorgunin 27. august kl.10 fara vit aftur at hava morgunmat fyri foreldur í Autismufelagnum. Hetta verður í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu, í Tórshavn Tað plagar at vera ein hugnalig løta og eitt gott høvi at hitta og deila erfaringar við onnur foreldur. Eisini verður møguleiki at hitta nevndina í felagnum. Vit í nevndini ynskja at hoyra, hvat rørir seg millum okkara limir. Somuleiðis kundu vit hugsað okkum at hoyrt, hvørji evnir tit kundu hugsað tykkum vóru tikin við á eini møguligari komandi autismuráðstevnu. Vinaliga sigið frá á autisma@autisma.fo um tú/tit ynskja at luttaka, seinast mikudagin 24. august 2016 Vinalig heilsan Nevndin í Autismufelagnum.

Um onkur er, sum hevur hug at luttaka, men enn ikki er limur í felagnum, kunnu tit melda tykkum inn í felagið á leinkjuni niðanfyri:
http://www.autismeforening.dk/indmeld2.aspx?aid=&u=388&sid=388&linkId=5