Autisma

Hvat er autisma

Autisma er eitt felags heiti fyri diagnosur innan fyri menningarórógv

Menniskju  við autismu hava vanliga ikki sjónlig brek. Menningin er merkt av truplum samskifti, málsligum órógvi, ritualum og serstøkum áhugamálum. Menniskju, ið bera brekið autisma, hava ofta eisini onnur brek.

Skal eitt barn fáa diagnosuna “autisma” , hevur barnið vanliga trupulleikar á trimum økjum. Hesi øki eru frávik í ímyndingarevnum, frávik í samskifti og frávik í sosialum samspæli við onnur menniskju.

Hesi børn megna tí illa at vera saman við øðrum menniskjum á ein nátúrligan hátt. Tey skilja illa hini, hugsa øðrvísi og hava ein øðrvísi atburð. Tey gerast tí ikki ein  sjálvsagdur partur í samveruni við onnur menniskju.

Autisma verður roknað sum eitt lívslangt brek, ið ikki kann grøðast. Tí koma hesir trupulleikar at fylgja hesum menniskjum alt lívið.

Undir Leinkjur verður víst til heimasíður, har meir fæst at vita.