Um felagið

Autismufelagið er áhugafelagið hjá teimum, sum hava autismu, ella á einhvønn hátt vara av fólki, ið bera brekið Autisma.
Alt nevndararbeiði og arbeiði í felagnum annars er sjálvboðið, – uttan samsýning. Hetta eru vanliga foreldur at børnum við autismu, ið frammanundan hava ein strævnan og krevjandi gerandisdag.

Autismufelagið er eitt av feløgunum í MBF. Felagið er eisini limur í danska felagnum, Landsforeningen Autisme.

Endamál

- At upplýsa um autismu og teir trupulleikar, ið brekið viðførir.

- At umboða fólk við autismu mótvegis samfelagnum og stovnum.

- At virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg.

- At fylgja við gransking og viðgerð.

- At skapa samband millum avvarðandi at fólki við autismu

Limatal

Tað eru á leið 150 limir í felagnum í løtuni. Hesi eru foreldur, onnur avvarðandi, fakfólk, stovnar, feløg og skúlar.

Tiltøk

Felagið skipar vanliga fyri hesum tiltøkum:

Felags morgunmatur:

Umleið 4 ferðir um árið hittast vit til ein morgunmat og tosa saman um okkara felags áhugamál. Vanliga eru vit 20-30 fólk, mest foreldur og onnur avvarandi at fólki, ið bera brekið autisma.
Allir limir eru vælkomnir.

Útferð

Skipað verður fyri eini árligari útferð fyri alla familjuna

Grilldagur

Eina ferð um árið hava vit ein grilldag, har øll familjan er vælkomin

Jólahald

Árliga jólahaldið er eisini fyri alla familjuna.

Skeið

Her er ongin føst skipan, men skipað verður fyri skeiðum eftir tørvi. Vit halda skeið fyri foreldur, skeið fyri onnur avvarandi, t.d. ommur og abbar, skeið fyri systkin og skeið fyri fakfólk. Vit bjóða fram bæði grundskeið, víðkað skeið og serskeið, um áhugi er.

Annað

Umframt hetta, brúka fleiri limir nógva tíð at tosa við og ráðgeva fólki, ið nýliga hava fingið staðfest, at barn teirra ber brekið autismu. Eisini luttaka vit á fundum og ráðstevnum uttanlands, í ávísan mun.